Uttanlands

"Robbie Rotni" sjónleikari deyður av krabba

Stefán Karl Stefánsson, kendur frá barnasendirøðini Letibygd, doyði í gjár 43 ára gamal av briskertilskrabba

2018-08-22 16:17 Author image
Oda Strøm
placeholder

Íslendski sjónleikarin and anti-happing aktivisturin, Stefán Karl Stefánsson doyði í gjár av briskertilskrabba, skriva fleiri útlendskir miðlar.

Stefán, sum hevur glett mong børn við sínum framførslum, fekk staðfest krabba fyri fyrstu ferð í 2016. Hann gjørdist kendur fyri sín leiklut sum skálkurin "Robbie Rotni" í barnasendirøðini "Letibygd", sum eisini er týdd til føroyskt og hevur verið nógv víst í Kringvarpinum.

Stefánsson tóktist at vera í betring, eftir at hann varð skurðviðgjørdur í 2017, men í mars 2018 boðaði sjónleikarin frá, at krabbin var afturkomin, og at einki kundi gerast.

Niðanfyri sæst ein partur av "Letibygd" við føroyskari talu.

Stefán Karl Stefánsson skrivaði soleiðis á Twitter um afturkomna krabban:

 

 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder