Innanlands

Rógvi á Rógvu Kvintett í Auluni

Konsertin er partur av Summartónaskránni

2018-08-29 17:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sum partur av Summartónaskránni, verður konsert við Rógvi á Rógvu Kvintett í Auluni í Finsen tann 29. august.

Rógvi á Rógvu telist millum dugnaligastu trummuleikarar í Føroyum, og hevur hann gjørt vart við seg í bólkum sum Plúmm og Terja og Føstufressum, men hevur eisini verið fastur fúsur hjá flestu stóru føroysku tónleikanøvnum.

Í Rógva á Rógvu Kvintett, er Rógvi farin í lag við tveir aðrar plúmmarar og føstufressar; Leiv Thomsen á gittara og Arnold Ludvig á bassi. Afturat sær hava teir saksofonleikaran Sigurður Flosason, klaverleikaran Kjartan Valdimarsson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder