Gávupappír, pappeskjur, gamal matur, vínfløskur, gomul teppi og alt møguligt annað liggur og óruddar á gøtunum í Rom, og soleiðis hevur tað verið leingi.
Tað eru tvey ár síðani, at Virginia Raggi, borgarstjóri í Rom, lovaði at loysa trupulleikan, men støðan er bert blivin verri síðan tá, skrivar TV2.
Í løtuni er tað so ringt, at skúlar møguliga ikki ætla at lata upp aftur mánadagin, tá jólafrítíðin hjá børnunum er liðin.
Skúlastjórar í høvuðsstaðnum hava sent eitt skriv til yvirborgmeistaran og hótta við at steingja skúlar og dagstovnar, til ein loysn er funnin.
Sambært skúlastjórunum er tað heilsuskaðiligt fyri børnini at vera so nær øllum burturkastinum. Alt burturkastið dregur rottur, likkur og dúgvur at sær, og summastaðni enntá eisini villsvín.
Lukturin av gomlum mati er heldur ikki til at halda út summastaðni, og fleiri tosa um vandan fyri umfarssjúkur, um støðan gerst verri.
Rom hevur havt trupulleikar við burturkasti í fleiri ár.
Fyrr varð meginparturin av burturkastinum í Rom fluttur á størsta ruskplássið í Evropa, Malagrotta, beint uttanfyri miðbýin, men hetta var ikki ein haldfør loysn. Tað bar ikki til hjá fólki at búgva í økinum av tí at tað luktaði so illa, og at enda var Malagrotta javnað við jørðina.
Virginia Raggi, borgarstjóri, hevur enn ikki svarað skrivinum frá skúlastjórunum, og hon hevur heldur onga viðmerking givið í málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald