Mentan

Rørslureikan í Vestmanna

Heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri, og tí skipar Vestmanna kommunu fyri tiltøkum í allan mai mánað, har dentur verður lagdur á likamligu og sálarligu heilsu – Byrjað verður seinnapartin kl. 13 á skúlaplenuni

Mynd: Vestmanna kommuna

Mynd: Vestmanna kommuna

2021-05-01 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vestmanna kommuna hevur sett sær fyri, at heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri í mai, og verða tí tiltøk á skránni allan mai mánað, har dentur verður lagdur á bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá borgarum.

Eitt nú vera gongutúrar, fimleikur, badminton, heilsufótbóltur, súkklutúrar, havatúrar og annað á skránni. Eisini kunnu onnur av sínum eintingum vera við til at skapa ein serligan dám í Vestmanna, har heilsan fær uppmerksemi, skrivar Vestmanna kommuna.

Mánaðurin, sum kommunan hevur valt at rópa Rørslureikan, byrjar í dag, leygardagin 1. mai klokkan 13, á skúlaplenuni.

Ein fyribils skrá fyri mánaðin sæst her. Kommunan boðar frá, at onkur tiltøk koma afturat, sum mánaðurin líður, og kann veðrið eisini hava við sær, at nakrar broytingar verða gjørdar.

Til ber at fylgja við á Facebook-tiltakinum Rørslureikan, og á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder