Innanlands

Roykur - men eingin grind

Fólk norðanfyri hildu seg síggja grind – talan var um stórhval

2018-08-17 11:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í morgun komu boð av Viðareiði um at ein grind lá út fyri bygdini. Men talan vísti seg at verða um stórhval.

- Fólk boðaðu frá, at tey sóu eina grind millum Viðareiði og Múlan. Men hetta vísti seg at verða eini tíggju stórhvalir, sigur Karl Johansen, sýslumaður.

Tá boðini komu fór grindaformaðurin á Viðareiði at kika, og hann staðfesti at talan var um stórhval. Tí varð alt avblást.

Teir tíggju stórhvalirnir vóru á sama stað, sum grindin í gjár var funnin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder