Barnabati vendi sær herfyri til kommununa við uppskoti um samstarv viðvíkjandi mentorskipan fyri ung 13-17 ár í Tórshavnar kommunu. Uppskotið hevur svenska fyrimynd og byggir í størsta mun á sjálvboðið arbeiði. Barnabati stendur fyri samskipanini av mentorskipanini, stendur fyri rektruttering og útbúgving av mentorum, og “matchar” mentor og tann unga.
Umsitingin hevur umrøtt uppskotið saman við Barnabata. Metingin er, at mentorskipanin er viðkomandi fyribyrgjandi og mennandi tilboð og átak fyri ung, ið kunnu hava ymsar trupulleikar og ampar at dragast við, og sum við vegleiðing og hjálp frá sjálvbodnum vaksnum fólki, ið hevur fakligt grundarlag og er skúlað sum mentor, kunnu koma víðari á góðan hátt. Fyri Tórshavnar kommunu vilja skúlar, ungdómsklubbar, barnavernd, SSP, frítíðarfelagsskapir v.m. verða sjálvsagdir áhugapartar í skipanini.
Mentorskipanin kann byrja í september/oktober, skrivar Tórshavnar kommuna. Mælt varð býráðnum til at samtykkja uppskotið til samstarvsavtalu við Barnabata um royndarverkætlan við mentorskipan fyri ung, og í hesum sambandi játta kr. 250.000 í inniverandi fíggjarári. Hetta varð einmælt samtykt í býráðnum í gjárkvøldið.
Innanlands
Royna mentorskipan í Tórshavnar kommunu
Býráðið samtykti 250.000 kr til skipan, ið skal hjálpa ungum í hava ymiskar trupulleikar
Mynd: Tórshavnar kommuna
2018-08-31 11:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald