Kinesiska rúmdarhylkið Chang’e-6 lendi í dag á jørðini við grótroyndum frá handaru síðuni á mánanum.
Kina er sostatt fyrsta landið, sum hevur royndir av yvirflatuni frá handaru síðuni av mánanum við aftur til jørðina, skrivar Reuters tíðindastovan.
Royndirnar eru tiknar í Aitken-lægdini, sum er tað størsta og elsta kenda spreingihol ella -koppur (krater) á mánanum.
Koppurin er umleið 2.500 kilometrar í diametur, er millum 6,2 og 8,2 kilometrar djúpur og liggur á teirri síðuni av mánanum, ið altíð vendir burtur frá jørðini.
Chang’e-6 lendi í morgun í landslutinum Innara Mongolia eftir eina væleydnaða mánaferð. Chang’e-6 varð send út 3. mai av kinesisku oynni, Hainan, og tað var kinesiski rúmdarstovnurin CNSA, sum stóð fyri útskjótingini.
Sambært amerikanska rúmdarstovninum, Nasa, var ætlanin við kinesisku mánaferðini at innsavna umleið tvey kilo av mánatilfari.
Undan hesi ferðini – í 2020 – gjøgnumførdi Kina eina væleydnaða ferð við Chang’e-5, sum tók royndir av síðini av mánanum, sum vendir móti jørðini.
Les grein frá 2020: Væleydnað kinesisk mánaferð
Les grein frá 2019: Fyri fyrstu ferð á myrku síðuni av mánanum
Í hesum sambandi vórðu higartil ókend mineral funnin, eins og granskararnir fingu nýggja vitan um ‘jarðfrøðiligu’ søguna hjá mánanum.
Handara síðan av mánanum verður lýst sum “eitt øðrvísi stað, har tilfarið er øðrvísi, og sum hevur eina aðra søgu”, enn síðan, sum vendir móti jørðini, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald