2022-02-15 09:51
Russiska verjumálaráðið boðar nú frá, at tey eru farin undir at senda herfólk, sum hava verið send út til ukreinska markið aftur til herstøðirnar.
Tað boðar russiska Interfax tíðindastovan frá, sambært BBC.
Tað er Igor Konashenkov, talsmaður fyri verjumálaráðið, sum sigur, at “ein røð av venjingum eru framdar, sum ætlað”.
Hann slær tó fast, at aðrar stórar venjingar halda fram sum ætlað á russiskari jørð.
Eisini í grannalandinum, Hvítarusslandi, er ein stór hernaðarvenjing við luttøku av 30.000 russiskum herfólkum, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald