Uttanlands

Russell Brand dømdur yvir 10 ára fongsul

Skal inn at siga fyri kynslig brotsverk, hann er dømdur sekur fyri at hava framt millum 2004 og 2009.

(Mynd: Olivier Touron/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Olivier Touron/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-09 19:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretski sjónleikarin og skemtarin,  Russell Brand, varð í dag dømdur tíggju ár og seks mánaðir í fongsul fyri valdstøku og fleiri kynslig brotsverk. Tað skrivar BBC í dag.

Russel Brand var í síðstu viku dømdur sekur í einari neyðtøku og trimum málum um kynslig brotsverk. Samstundis varð hann frídømdur í tveimum ákærum um valdstøku og eini um kynsligt brotsverk. Valdstøkan varð fram í 2009 av einum 21 ára gomlum fjeppara.

Hendingarnar, sum hann varð dømdur fyri, fóru fram millum 2004 og 2009.

51 ára gamli Russell Brand kendur í bretskum sjónvarpi og útvarpi. Hann hevur fyrr verið giftur við amerikansku sangarinnuni, Katy Perry.

Hann hevur verið við í fleiri filmum, eitt nú “Get Him to the Geek” í 2010 og “Arthur”í 2011. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder