Igor Korobov, generalur, ovastin fyri russisku hernaðarfregnartænastuni, GRU, er deyður eftir drúgva sjúkralegu. Hann gjørdist 62 ár, skrivar útlendskir miðlar, eitt nú BBC.
Korobov hevur verið partur av fregnartænastuni hjá russiska herinum síðan 1985, og hevur síðan 2016 verið stjóri fyri GRU, hvørs uppgáva er at gera loyniligar atsóknir kring heimin.
Russiska verjumálaráðið kallar Igor Korobov fyri ”ein frálíkan persón, ein trúfastan son hjá Russlandi og ein fosturlandsvin”, skrivar Reuters.
Fregnartænastan GRU er sett í samband við eiturálopið í enska býnum Salisbury í mars í ár, tá russiski dupultagenturin Sergei Skripal og dóttir hansara, Yulia, mundu doyð.
Í juli doyði ein kvinna í Salisbury eftir at hon kom í samband við eitt ílat við sama eiturinum, ið varð brúkt í álopinum á Skripal-familjuna.
Sambært bretsku fregnartænastuni vóru tað tveir mans í tænastu hjá GRU, sum stóðu fyri álopinum. Í september sendi Bretland út boð um at handtaka menninar. Sambært Scotland Yard og bretsku fregnartænastuni er nóg mikið av prógvum til at seta teir í samband við álopið.
Sambært BBC og The Guardian, gjørdist Igor Korobov sjúkur stutt eftir at ábreiðslurnar heglaðu yvir hann orsaka av miseydnaða álopinum, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald