Ein 51 ára gamal russari er varðhaldsfongslaður av norsku løgregluni og skuldsettur fyri njósning av norska parlamentinum, Stórtinginum. Tað skriva fleiri útlendskir miðlar.
Hetta hendi, eftir at maðurin luttók í einari altjóða KT-ráðstevnu í Stórtinginum um talgilding, áðrenn hann varð handtikin á flogvøllinum Gardermoen í Oslo fríggjakvøldið.
Maðurin varð síðan varðhaldsfongslaður leygardagin í tvær vikur og er skuldsettur fyri at hava brotið grein 121 um ólógligt fregnartænastuvirksemi, upplýsir Politiets sikkerhetstjeneste (PST).
Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, sigur, at hon ikki enn kann úttala seg um, um tað fer at ávirka sambandið millum Norra og Russland.
- Eg kann ikki úttala meg um eitt einstakt mál, og tað er alt ov tíðliga at siga, um hetta fer at ávirka sambandið millum Norra og Russland. Vit mugu lata kanningina av málinum ganga sína gongd, sigur forsætisráðharrin.
- Vit hava havt illgruna um, at russarar, kinesarar og onnur lond hava fregnartænastuvirksemi í Norra. Tey savna saman upplýsingar, sum hava teirra áhuga, og tað kemur ikki óvart á okkum, at onkur ger hetta, sigur Erna Solberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald