Uttanlands

Russland er nú heimsins næststørsti vápnaframleiðari

Russland framleiðir 9,5% av heimsins vápnum

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-12-10 08:04 Author image
Ari av Rana
placeholder

Russland hevur yvirhála Stórabretland og er nú heimsins næststørsti vápnaframleiðari. Størsti er framvegis USA.

Ein frágreiðing frá svenska friðargranskingarstovninum Sipri vísir, at tíggju russiskar fyritøkur vóru millum teir 100 størstu vápnaframleiðararnar í 2017, skrivar DR. Hesar fyritøkurnar sledu fyri meiri enn 37 milliardir dollarar.

Hetta svarar til at Russland eigur 9,5% av vápnaframleiðsluni í heiminum, og hevur tí yvirhála Stórabretland sum nú er triði størsti vápnaframleiðari, sum annars hevur verið næststørsti vápnaframleiðari síðani túsundáraskifti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder