Uttanlands

Russland: Hetta var ein góð avgerð

Avgerðin hjá USA um at steðga stuðul til Ukraina kann veruliga skumpa stjórnina í Kyiv móti friði, sigur talsfólk hjá russisku stjórnini

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini (Mynd: EPA)

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini (Mynd: EPA)

2025-03-04 18:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrr í dag varð boðað frá, at USA hevði steðgað stuðulinum til Ukraina, og tað er ein avgerð, sum kann slóða fyri einari friðaravtalu, sigur Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini.

Les eisini: – At økja stuðulin til Ukraina fer at leingja kríggið

– Vit hava enn ikki funnið útav øllum smálutunum, men er tað satt, er hetta ein avgerð, sum veruliga kann skumpa stjórnina í Kyiv móti einari friðartilgongd, sigur hann við russisku tíðindastovuna Tass.

– Vit síggja, at summi evropeisk lond hava givið lyftir um at halda fram við umfatandi stuðlinum. Tey royna á onkran hátt at bøta fyri skerdu veitingarnar. Men størsti stuðulin er higartil komin úr USA. So vit fáa at síggja, sigur hann.

Les eisini: Trump støðgar stuðlinum til Ukraina

Meðan avgerðin verður fagnað í Russlandi, eru tey í Evropa meira stúrin.

Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen sigur, sambært Ritzau,at tað er ein sera álvarsom støða, sum fer at fáa stórar avleiðingar.

Eisini norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre sigur, at hetta er ein álvarslig støða fyri Ukraina, men hann undirstrikar tó, at talan kann vera um eitt signal úr USA og ikki ein veruligan steðg.

– Tað kann vera trýst frá Trump á Zelenskyj fyri at fáa hann aftur til samráðingarborðið, sigur Støre.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder