Uttanlands

Russland hevur størstu hernaðarvenjing síðani kalda kríggið

300.000 russiskir hermenn eru við í hernaðarvenjingini

Russisk hernaðarvenjing (Savnsmynd: Scanpix Danmark)

Russisk hernaðarvenjing (Savnsmynd: Scanpix Danmark)

2018-09-12 08:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár byrjaði størsta russiska hernaðarvenjingin síðani kalda kríggið. Eingin líknandi stór russisk hernaðarlig venjing, hevur verið síðani 1981, og tá vóru ikki nær námind líka nógvir hermenn við í venjingini.

Í venjingini sum byrjaði í gjár og heldur á næstu dagarnar eru heili 300.000 hermenn við, skrivar russiska tíðindastovan TASS.

Venjingin kallast Vostok-2018 og fer fram í eystara parti av Russlandi. 36.000 hernaðarligir stríðsvognar, manningarvognar og aðrir vognar eru við í venjingini. Í luftini eru fleiri enn 1000 flúgvarar, tyrlur og dronur, og 80 skip eru eisini við í venjingini.

Kina og Mongolia senda eisini hermenn við til venjingina. Kina hevur sent 3200 hermenn, meðan óvist eru hvussu nógvir eru komnir úr Mongolia.

Venjingin byrjað sum sagt í gjár og heldur fram til 17. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder