2025-04-19 10:12

Býti av krígsfangum er eitt av fáu økjunum, har Ukraina og Russland hava samstarvað, síðan kríggið millum londini byrjaði, og í gjár varð boðað frá, at Ukraina hevði fingið líkina av 909 ukrainskum herfólkum í býti fyri líkini av í minsta lagi 41 russiskum herfólkum, skrivar Ritzau.
Eftir ætlan verður skipað fyri enn einum fangabýti í dag.
Talan er um leyslating av umleið 500 russiskum og ukrainskum krígsfangum - 246 frá hvørjari síðu.
Sambært ukrainska miðlinum Kyiv Independent, hava yvir 60 fangabýti verið, síðan kríggið byrjaði í februar 2022, og eru 4.306 ukrainar - bæði herfólk og sivilfólk - leyslatnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald