Russland hevur skotið eitt ávaringarskot móti bretska krígsskipinum "HMS Defender" í Svartahavinum. Tað váttar russiska verjumálaráðið.
Eitt russiskt hernaðarflogfar hevur eisini blakað bumbur á rutuna, sum skipið fylgdi.
Russiska verjumálaráðið sigur, sambært Ritzau, at bretska skipið sigldi tríggjar kilometrar inn á russiskt øki.
Skipið fekk eina ávaring um, at Russland fór at svara aftur við vápnum, um skipið fór inn á russiskt øki, men skipið reageraði ikki.
Sambært BBC hevur bretska verjumálaráðið enn ikki viðmerkt hendingina.
Hetta fór alt fram nærindis Cape Fiolet, sum er eitt landamark á ukrainsku Krim-hálvoynni, sum Russland hertók í 2014. Í Evropa og USA er Krim-hálvoyggin enn roknað sum partur av Ukraina.
Dagførd kl. 13.20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald