Uttanlands

Russland: Ukraina brúkar sivilfólk sum skjøldur

Russiski herurin rakar bert hernaðarlig mál, sigur talsfólk hjá russisku stjórnini um álopið á ukrainska býin Sumy

Bjargingarfólk í Sumy (Mynd: EPA)

Bjargingarfólk í Sumy (Mynd: EPA)

2025-04-14 14:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært ukrainskum myndugleikum vórðu í minsta lagi 34 fólk dripin og 117 onnur særd í einum russiskum rakettálopi á ukrainska býin Sumy sunnudagin, og russiska verjumálaráðið váttar, at russar hava skotið tvær rakettir eftir býnum men sigur, at málið ikki var at raka sivilfólk.

Russland sigur seg hava rakt ein bólk av ukrainskum herfólki, sum hevði fund á staðnum og leggur samstundis Ukraina undir at nýta sivilfólk sum skjøldur við at hava herstøðir og tiltøk við herfólki í tættbygdum øki.

Sambært russiska verjumálaráðnum lótu yvir 60 ukrainsk herfólk lív í álopinum sunnudagin, skrivar Reuters.

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini segði á tíðindafundi, tá hann varð spurdur um álopið, at russiski herurin rakar bert hernaðarlig mál.

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur kallað álopið ræðuligt men eisini segði hann, at hann hevði fingið upplýst, at talan var um eitt mistak. Hann greiddi tó ikki nærri frá hesum.

Les eisini: Zelenskyj bjóðar Trump til Ukraina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder