Uttanlands

Ryanair væntar 3.000 uppsagnir í summar

Flogfelagið hevur mett, at har koma at ganga tvey ár, áðrenn eftirspurningurin og prísurin aftur fer at vera á einum vanligum støði

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-01 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Flúgvingin hjá írska lágprísflogfelagnum Ryanair byrjar væntandi veruliga aftur einaferð í juli, og helst verður neyðugt at siga upp móti 3.000 fólk úr starvi, upplýsir flogfelagið í tíðindaskrivi.

– Meðan ein partur av flúgvingini væntandi verður tikin upp aftur í 2. ársfjórðingi, roknar Ryanair bert við at flúgva við helvtina av teimum 44,6 mió. ferðafólkunum, sum felagið hevði sett sær fyri at flúgva við í hesum tíðarskeiðnum.

Flogfelagið hevur mett, at har koma at ganga tvey ár, áðrenn eftirspurningurin og prísurin aftur fer at vera á einum vanligum støði. Onnur flogfeløg sum SAS og Norwegian eru komin til somu niðurstøðu.

Orsakað av hesum útlitinum, noyðist Ryanair at minka um útreiðslurnar, og kann hetta koma at kosta eini 3.000 størv, eins og vandi er fyri lønarlækkingum og afturlatingum av evropeiskum skrivstovum, skrivar Ritzau.

Ryanair er langtfrá einasta flogfelagið, sum hevur fíggjarligar trupulleikar orsakað av koronakreppuni. Í mars segði flogfelagið British Airways, at flogvinnan stóð frammanfyri ringastu kreppuni síðan 9/11.

Les eisini: SAS sendir 5.000 starvsfólk heim

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder