2018-08-11 09:36
Um hálvgum tvey tíðina í nátt rýmdi ein bilførari frá einum ferðsluóhappi í Klaksvík, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Sum skilst hevði bilførarin rent í ein parkeraðan bil, og skaðin var ikki stórur. Trupulleikin var, at bilførarin rýmdi av staðnum, heldur enn at siga frá - sum mann hevur skyldu til, tá mann er við í einum ferðsluóhappi, sigur vakthavandi.
Løgreglan hevur tí leitað í nátt eftir bilføraranum og bilinum, ið rendi á.
- Vit funnu bilin, men ikki eigaran.
Arbeitt verður víðari við málinum, sigur vakthavandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald