Uttanlands

Sadiq Khan afturvaldur sum borgarstjóri í London

Hetta vóru gleðiboð at fáa hjá andstøðuflokkinum Labour, sum hevur klárað seg minni væl á øðrum lokalvalum í Stórabretlandi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-10 07:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið gjørdist greitt, at Sadiq Khan hevði vunnið enn eitt valskeið sum borgarstjóri í bretska høvuðsstaðnum London.

Talan var ikki um nakað óvæntað úrslit, men hetta vóru kortini kærkomin gleðiboð fyri andstøðuflokkinn Labour, sum kláraði seg minni væl á øðrum lokalvalum.

Tað var í 2016, at Sadiq Khan gjørdist tann fyrsti muslimurin at vinna borgarstjórasessin í einum stórum vesturlendskum høvuðsstaði, og um vikuskiftið eydnaðist tað honum at fáa eitt valskeið afturat við at vinna á Shaun Bailey hjá Konservativa flokkinum, skrivar Ritzau.

Sadiq Khan fekk 55,2 prosent av atkvøðunum, meðan Shaun Bailey fekk 44,8 prosent. Talan var tó ikki um eins stóran sigur sum fyri fimm árum síðani.

– Eg kenni meg heiðraðan og eyðmjúkan yvir tað álitið, sum borgarar í London hava víst mær við at loyva mær at standa á odda fyri heimsins besta býi, sigur Sadiq Khan.

Sadiq Khan er fyrrverandi limur í bretska tjóðartinginum. Hann yvirtók borgarstjórasessin í London eftir Boris Johnson, ið nú er forsætisráðharri.

Sadiq Khan er væl umtóktur, men seinastu tíðina hevur hann verið fyri nógvum atfinningum orsakað av vaksandi talinum á drápum og kníválopum í London.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder