2024-07-03 19:30
33 persónar í Noreg eru smittaðir við salmonella seinastu mánaðirnar. Hetta upplýsir NRK í dag.
Tað er serliga síðani apríl, at talið hevur verið hækkandi. Tað er eitt heldur óvanliga høgt tal.
Orsøkin er óviss, skriva norskir miðlar. Heilsumyndugleikar halda nú meira vakið eyga við einstøku smittutilburðunum.
Eitt salmonellaútbrot hevur eisini verið í Danmark seinastu mánaðirnir, skrivar danska TV2.
Í Føroyum - og aðrastaðni - verður javnan ávarað ímóti, at bakterian er í ymiskum mati.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald