Innanlands

Sambandið stendur at vinna fólkatingsvalið

Spyr.fo-kanning: Javnaðar- og Fólkaflokkurin kappast um hin sessin

Bárður á Steig, floksformaður, og Edmund Joensen, higartil seinasta umboð hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Bárður á Steig, floksformaður, og Edmund Joensen, higartil seinasta umboð hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-01 14:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Okkurt bendir á, at orðaskiftið seinastu dagarnar, um Føroyar skulu varðveita sína umboðan á Fólkatingi ella avtaka sessirnar sær út til at kunna fáa ávirkan á fólkatingsvalið, sum skal haldast innan alt ov leingi.

Nýggjasta kanningin hjá Spyr.fo vísir, at annar af flokkunum, sum hevur vart føroysku umboðanina á Fólkatingi, Sambandsflokkurin, fær eitt gott fólkatingsval hesaferð.

Sambandsflokkurin fær eftir nýggjastu kanningini flestar atkvøður og fyrsta valda til komandi fólkatingsvalið.

Hetta hóast Sambandsflokkurin “bert” er triðstørstur, tá spurt verður eftir, hvønn flokk fólk fara at velja til løgtingsvalið.

Les eisini: Velkarakanning: Samgongan gongur aftur 

Sambandsflokkurin nógv flest atkvøður
Veljarakanningin vísir, at Sambandsflokkurin hevði fingið 25,5 prosent av atkvøðunum og standa til at vinna fólkatingslimin, sum flokkurin misti seinast, meðan Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin berjast um hin tinglimin við ávikavist 23,4 og 23,0 prosentum.

Tjóðveldi, sum er umboðað á Fólkatingi í dag, stendur til at fáa 19,7 prosent av atkvøðunum, tá spurt verður til fólkatingsvalið. Óvissan í kanningini er upp til 3,5 prosentstig, so Tjóðveldi er ikki so langt frá at koma upp á tal til ein fólkatingssess heldur.

Tá hugt verður eftir teimum stóru flokkunum, er rættiliga áhugavert at sammeta hvat fólk siga seg fara at velja til fólkatingsvalið og hvat tey siga seg velja til løgtingsvalið.

Sambandsflokkurin, til dømis stendur seg nógv betri til fólkatingsvalið. 25,5 prosent søgdu seg velja Sambandsflokkin til fólkatingsvalið, men bert 19,3 prosent til løgtingsvalið. Bæði Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin fáa eitt vet lægri undirtøku til fólkatings- enn til løgtingsvalið, meðan tað eru fleiri, ið ætla sær at velja Tjóðveldi til fólkatings- enn til løgtingsvalið.

Tað er ikki ókent, at teir smáu flokkarnir hava trupult við at savna atkvøður til fólkatingsval – helst tí veljarin frammanundan veit, at ein atkvøða til ein av smáu flokkunum, nærum fer til spillis, tí tað bert eru tveir sessir, ið skulu mannast.

Eisini í kanningini her, er undirtøkan hjá Framsókn, Miðflokkinum og Sjálvstýri munandi lakari til fólkatingsval enn til løgtingsval.

31,5 prosent fara ikki á val
Tá Spyr.fo gjørdi líknandi kanning fyri Portalin fyri einum mánaði síðani, var kanningin fyri høðrum ábreiðslum, tí hædd ikki varð tikin fyri, hvørt fólk ætlaðu sær á fólkatingsval ella ikki.

Hesaferð hevur Spyr.fo tikið hædd fyri hesum, og viðgjørt tølini samsvarandi.

Tað vísir seg, at heili 31,5 prosent av veljarunum ikki ætla sær á fólkatingsval, 10,4 prosent hava ikki tikið støðu enn og 1,4 ætla at atkvøða blankt.

- Fólk eru spurd um hvussu vist tað er, at tey fara á fólkatingsval og tað vísir seg at tað hevur ávísa ávirkan á úrslitið, tá man tekur hædd fyri, at veljarar hjá summum flokkum eru meira avgjørdir enn aðrir um at fara á val, sigur Allan Dalsgarð hjá Spyr.fo.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder