Innanlands

Sambinding aftur á skránni

Sambinding hevur til endamáls at fáa innfødd og tilflutt fólk í Føroyum at hittast, práta og hugna sær saman

2018-08-28 08:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týskvøldið 28. august verður Sambinding aftur á skránni á Býarbókasavninum í Havn. Sambinding hevur til endamáls at fáa innfødd og tilflutt fólk í Føroyum at hittast, práta og hugna sær saman.

Seinastu árini hevur tiltakið verið eitt týskvøld um mánaðin á Býarbókasavninum í Havn, og tiltakið hevur eisini verið aðrastaðni í landinum, eitt nú í Vestmanna, í Vágum og í Sunda kommunu.

Við tiltakinum ynskir Reyði Krossur at geva innføddum og tilfluttum føroyingum høvi at hittast og práta saman og yvirhøvur fáa betri innlit í gerandisdagin og lívið hjá hvørjum øðrum. Á henda hátt kunnu vit fáa eina betri integratión, sum vit øll ynskja.

Eisini ber til at fáa undirvísing í føroyskum fyri nýbyrjarar.

Komandi týskvøld tosar Siri Helgadóttir Tórgarð um arbeiðið við integratión hjá Tórshavnar kommunu.

Skráin fyri heystið sær annars soleiðis út:

Týskvøldið 28. august

Týskvøldið 25. september

Týskvøldið 23. oktober

Týskvøldið 27. november

Týskvøldið 11. desember.

Tiltøkini verða lýst á Facebook, har heitið er Sambinding / Intertwining

- Reyði Krossur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder