2018-12-05 18:07
Samferðsla, rætturin til Gomlurætt, byggisamtyktin, summarhúsøki og 100 ára hátíðarhald fyri sjólætnum vóru nøkur av høvuðsevnunum á hugnaliga borgarafundinum í Hesti í gjár, har eini 25 fólk úr Hesti hittu umboð fyri umsitingina og býráðið.
Byrjað varð seinnapartin í gjár við rundvísing í bygdini. Á fyrsta sinni arbeiðir Tórshavnar kommuna við at seta av 2,5 miljónir til bygdirnar í eini eykajáttan. Játtanin er ætlað til t.d. vetrarfriðing, størri ábøtur og ferðslu. So hugaligt var at síggja, hvat okkurt av hesum peningi kann nýtast til eftir tilmæli frá staðbundnu nevndini.
Høvuðsevnið á skránni var nýggj byggisamtykt. Fyri seks ár síðan kom krav um, at allar bygdir skuldu hava eina samtykta byggisamtykt. Umsitingin legði eina ætlan fram, sum umfataði skráseting, sethúsaøki, almennar stovnar og uppskot um, hvussu farast kann víðari. Freist til viðmerkingar er 1. januar, politisk viðgerð verður í februar, so verður hoyring í seks vikur, áðrenn byggisamtyktin skal góðkennast av Innlendismálaráðnum.
Nógv varð tosað um summarhúsútstykkingar. Uppskot um útstykking og parkeringspláss varð lagt fram. Ein annar spurningur var ferðasambandið, sum er púra vónleyst sum er, og helst gerst verri, tá tunnilsarbeiðið fer í gongd og Teistin verður fult bookaður hvønn túr. Hetta er ein landsuppgáva og dentur varð lagdur á, at hestsfólk mugu tosa við nýggja samferðslumálaráðharran um sambandið.
Bygdarfólkið legði áherðslu á, at tey ikki mugu missa rættin til Gomlurætt, og at Tunnilsfelagið ikki má fáa loyvi til at gera sum tað vil. Møguleikin at sigla millum Hest og Gomlurætt er lívæðrin hjá bygdini. Onnur mál á skrá vóru t.d. vetrarfriðing, vegagerð, bíðirúm á keiini og almenn toilett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald