Innanlands

Samgongan hevur tryggjað sær meirilutan fyri fíggjarlógini

Magni Laksafoss, uttanflokkatingmaður, fær í posa og sekk, sigur Jacob Vestergaard

2018-12-10 15:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað hevur undrað nógv, bæði innan- og uttanfyri tinggátt, at rakstrarstuðulin til skótarørsluna nú skal økjast við 125 prosentum á fíggjarlógini.

Kontan á fíggjarlógini, sum eitur ’skótarørsla’ hevur í eitt áramál fingið eina upphædd í rakstrarstuðli til Føroya Skótaráð. Í upprunauppskotinum hjá samgonguni fyri 2019, var ein hálv millión sett av, eins og undanfarin ár.

Men í einum ískoyti við broytingum, sum nú eru komin úr Fíggjarmálaráðnum til fíggjarnevndina, verður henda játtan økt við 750.000 krónum, so skótarørslan komandi ár fær 1,25 milliónir krónur. Tær 750.000 krónurnar skulu fara til rakstur av skótadeplinum á Selatrað, sum grønu skótarnir reka. Harafturat er ein broyting um at játta tríggjar milliónir krónur sum løgujáttan til at útbyggja nevnda skótadepil.

- Hetta er prísurin fyri at fáa Magna Laksafoss at atkvøða fyri fíggjarlógini. So einfalt er tað.

Tað sigur Jacob Vestergaard, sum er umboðið hjá Fólkaflokkinum í fíggjarnevndini. Hann undrar seg stórliga yvir, at rakstrarjáttanin til skótarnir verður hækkað so ógvuliga, serliga tí at fíggjarnevndarlimirnir ikki hava fingið nakra nágreinaða grundgeving fyri hvat allir hesir pengarnir skulu brúkast til.

Sambært Jacob Vestergaard, er meirilutin fyri fíggjarlógini tryggjað. Tað er gjørt við at geva undangongumanninum til Skótadepilin á Selatrað, Magna Laksafoss, játtan um pengar, og við eisini at geva lyfti til at tekkjast Sonju Jógvansdóttir og sissa aðrar limir í samgonguni. Hetta sæst eitt nú við, at pengar eisini verða settir av fyri at fara í gongd við at fyrireika tunlar bæði millum Skálafjørð og Gøtudal og til Vestmanna.

Sonja Jógvansdóttir hevur nøkur uppskot á tingi, sum hon, sambært Jacob Vestergaard, nú fær undirtøku í samgonguni aftur fyri atkvøðuna til fíggjarlógina.

Umframt játtanina til skótar, skal Magni Laksafoss eisini hava fingið lyfti frá samgonguni um undirtøku fyri lógaruppskotinum um at loyva bryggjaríunum at selja sterkt øl eisini. Hetta uppskotið er til aðru viðgerð í hesi løtu, og atkvøtt verður seinni í dag.

Les eisini: Meiriluti fyri at loyva bryggjaríunum at selja sterkari 

placeholder
placeholder