Innanlands

Veljarakanning: Samgongan vinnur innaftur á andstøðuna

Hóast andstøðan enn hevur fleiri atkvøður, stendur samgongan nú at fáa fleiri tingsessir

Tað kann gerast tilvild í útrokningini, sum ger at samgonguflokkarnir varðveita valdið eftir løgtingsvalið. Á myndini Poul Michelsen, formaður Framsókns og Aksel V. Johannessen, løgmaður og formaður Javnaðarfloksins (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað kann gerast tilvild í útrokningini, sum ger at samgonguflokkarnir varðveita valdið eftir løgtingsvalið. Á myndini Poul Michelsen, formaður Framsókns og Aksel V. Johannessen, løgmaður og formaður Javnaðarfloksins (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-07-25 14:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hevði val verið nú, hevði andstøðan vunnið valið við 51,7 prosentum móti 46,6. Men tá tingmannatalið verður roknað út, vísir tað seg, at núverandi samgonguflokkar varðveita meirilutan á tingi – 17 tingfólk móti 16.

Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, nú væntað verður at løgmaður fer at skriva út løgtingsvalið, tá tingið kemur saman mánadagin – ólavsøkudag.

Framvegis er ógvuliga javnt millum blokkarnar í føroyskum politikki. So javnt, at alt kann væntast, tí munurin, sum kann ávísast millum andstøðu- og samgonguflokkar, liggur innan fyri óvissuna á 0,9 til 3,8 prosentstig.

Orsøkin til, at núverandi samgonguflokkar í kanningini fáa meiriluta tá tingsessirnir verða gjørdir upp er, at tríggir tingsessir verða lutaðir við brøkum, og hesir tríggir sessirnir fella í hesum føri allir til samgonguflokkarnar, nevniliga Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, upplýsir Allan Dalsgarð frá Spyr.fo.

[object Object]
Miðflokkurin stendur til at missa annan tingsessin sambært nýggjastu veljarakanningini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Javnaðarflokkurin fram – Miðflokkurin aftur
Í mun til seinastu kanning, so sær Javnaðarflokkurin út til at hava vunnið sær sín áttanda tingsess aftur, meðan Miðflokkurin missir annan av sínum, og dettur niður á ein tingsess.

Miðflokkurin stendur at missa mest í hesi kanningini. Flokkurin fær sambært kanningini 4,0 prosent av atkvøðunum um val hevði verið nú, tað er 1,3 prosentstig minni enn í kanningini, sum varð gjørd fyri fýra vikum síðani og 1,5 prosentstig minni enn løgtingsvalið seinast.

Javnaðarflokkurin, sum stendur at vinna ein tingsess, fær 22,6 prosent av atkvøðunum, sum er 1 prosentstig meira enn í seinastu kanning.

Samgongan vinnur inn á andstøðuna
Hóast meiriluta í tingfólkatali, stendur samgongan til ”bert”at fáa 46,6 prosent av atkvøðunum, men tað er 0,6 prosentstig meira enn seinastu kanning.

Andstøðuflokkarnir hinvegin ganga aftur úr 53,3 prosentum seinast til 51,7 prosent nú.

Fólkaflokkurin er framvegis størsti flokkur, men hevur eina lítla afturgongd upp á 0,2 prosentstig, meðan hin stóri andstøðuflokkurin, Sambandsflokkurin gongur 0,4 prosentstig fram.

Sjálvstýrið stendur til at missa alsamt fleiri atkvøður. Flokkurin gongur 0,5 prosentstig aftur í mun til seinastu kanning og næstan 2 prosentstig aftur mun til valið seinast, og tað er langt frá nóg mikið til at fáa umboðan á tingi.

Miðflokkurin stendur eisini til lutfalsliga stóra afturgongd, og sær út til at missa annan tingsessin.

[object Object]
Hjalmar Zachariassen og nýggi flokkur hansara, Føroyaflokkurin, sær ikki út til at gerast nøkur hóttan fyri etableraðu flokkarnar

Nýggju flokkarnir ongin hóttan
Ikki tí at núverandi smáu flokkarnir eru serliga hóttir av nýggju flokkunum, tí hesir liggja langt frá at fáa umboðan á løgtingi sambært nýggjastu kanningini.

Framtakið fyri rættinum at velja kannabis fær 1,1 prosent av atkvøðunum, ein framgongd í mun til seinastu kanning, men ikki nóg mikið til umboðan, og nýggi Føroyaflokkurin hjá Hjalmari Zachariassen, sum ikki hevur verið við í veljarakanningunum higartil, stendur at fáa 0,6 prosent av atkvøðunum.

9,7 prosent av teimum, sum Spyr.fo spurdi í kanningini, sum varð gjørd týsdagin 23. juli, hava enn ikki tikið støðu til hvønn flokk tey fara at velja. 12,7 prosent siga seg ikki fara á val meðan 0,3 prosent siga seg fara at atkvøða blankt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder