Tað verða Inuit Ataqatigiit og Naleraq, sum fara at standa á odda fyri Grønlandi komandi árini. Teir báðir flokkarnir hava avgjørt at skipa samgongu við 16 av 31 umboðum í tinginum. Atassut verður stuðulsflokkur.
Yvirskriftin í nýggja samgonguskjalinum er "Samhugi, støðufesti og vøkstur".
Málið hjá nýggju samgonguni er at skapa "eitt sterkari samfelag og vónríkari samfelag við meira javnstøðu", skrivar Sermitsiaq.
Samgongan fer at leggja serligan dent á seks øki:
- At fíggja eina skattanýskipan
- At minka um heimloysi
- At fáa meira smidleika á heilsuøkinum
- At áseta eitt fátækramark
- At samtykja eina nýggja fiskiskapslóg
- At gera meira fyri at bøta um barsilskorini
Eisini ætlar samgongan at økja um framleiðsluna av grønari orku og at banna útvinning av uran og øðrum mineralum, sum innihalda geislavirkin evni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald