Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein persónur, sum livir í samkyndum hjúnalagi, innsettur sum soldatur í Frelsunnarherinum í Noregi.
Kristna norska dagblaðið Vårt Land skrivar, at kvinnan varð upptikin sum frelsusoldatur 1. september, og at hon vónar at hetta er byrjanin til nakað søguligt.
- Vónandi fær hetta fleiri til at hugsa um málið enn einaferð so felagsskapurin kann fáa eitt meira frísinnaðan hugburð til samkyndleika, sigur hon.
Blaðið skrivar, at kvinnan longu sum 15 ára gomul gjørdist soldatur í samkomuni, sum hevur verið andaliga heim hennara alt lívið. Men um aldarskiftið varð gjørt av, at hon ikki longur kundi vera soldatur. Orsøkin var, at hon var flutt saman við eini kvinnu.
Sambært Vårt Land segði leiðslan orsøkina vera, brot á lyftið hjá soldatinum um at verja hjúnalag og familjulív, nakað, sum søguliga sæð er tulkað sum nei til fólk av sama kyni at búgva saman og fara í hjúnalag.
Men nú 19 ár seinni, verður hetta tulkað øðrvísi lokalt.
Kvinnan greiðir Vårt Land frá, at hon í praksis alla tíðina hevur verið soldatur, hóast hon varð tvingað til at fara úr búnanum. Bæði hennara lívsstílur og uppgávur hennara innan Frelsunnarherin hava verið tær somu, og hon hevur fingið fullan stuðul í samkomuni, leggur hon afturat.
Men tað er ikki væl móttikið allastaðni, at hon nú aftur er vorðin soldatur. Samkomuleiðarar hava talað at.
Ovasti leiðari fyri Frelsunnarherin í Noregi, og harvið eisini í Íslandi og Føroyum, Bente S. Gundersen, sum eisini er ovasti fyri etisku nevndini hjá Frelsunnarherinum, sigur í eini skrivligari viðmerking til Vårt Land, at almenna áskoðanin hjá felagsskapinum, innanlands eins væl og altjóða, er óbroytt.
- Altjóða Frelsunnarherurin hevur framvegis ta áskoðan – og hon er galdandi fyri øll 131 londini har herurin arbeiðir – at hjúnalagið er millum mann og kvinnu.
Samstundis sigur hon, at tað altíð hevur verið upp til hvønn einstaka samkomuleiðara at gera av, hvør verður upptikin sum soldatur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald