Innanlands

Sandoy og Suðuroy fáa einki burturúr fólkavøkstrinum

Og soleiðis hevur støðan verið seinastu árini

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-09-12 10:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Meðan Eysturoy og Tórshavnarøkið veksa skjótt, hava Sandoy og Suðuroy einki fingið burturúr fólkavøkstrinum seinastu árini. Soleiðis skrivar Hagstova Føroya um nýggjastu uppgerð sína av fólkavøkstrinum í Føroyum.

Landafrøðiliga var munandi fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 2,2%, har av serliga í Sjóvar og Nes kommunum við fimm prosentum.

Umleið líka stórur vøkstur lutfalsliga var í Tórshavnarøkinum við 2,1%, og her var eisini nógv størsti vøksturin í tali við 402 fólkum.

Síðani eru Vága sýsla við 1,9% og Streymoyar sýsla uttan høvuðsstaðin og Norðoya sýsla hvør við 1,6%, ið er beint niðan fyri miðaltalið fyri alt landið.  

So er eitt langt lop niður til Sandoyar sýslu, har fólkatalið minkaði við 10 fólkum ella 0,8% og Suðuroyar sýslu, har tað minkaði við 24 fólkum ella 0,5%.

Sandoy og Suðuroy hava onki fingið úr fólkavøkstrinum síðstu árini 
Veturin 2013-14 vendi gongdin í fólkatalinum, og hevur síðani verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-8% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroyar sýslu síðstu hálvfimtu árini.

Stórur vøkstur í Tórshavnar kommunu - men lutfalsliga enn størri í Nes og Sjóvar kommunum 
Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 449 og Klaksvíkar við 75. Runavíkar kommuna veksur við 57, men tann nógv minni grannakommunan, Nes kommuna veksur meir, við 63 fólkum, og í sama øki veksur Sjóvar kommuna við 49 fólkum.

Av størstu kommununum er vøksturin lutfalsligi størstur í Tórshavnar kommunu við 2,1%, meðan Klaksvíkar kommuna liggur nakað niðan fyri landsmiðal við 1,5% og Runavíkar kommuna við 1,4%.

Í nøkrum miðalstórum kommunum er vøksturin væl oman fyri landsmiðal, so sum Nes kommuna við 5,0%, Sjóvar kommuna við 4,8%, Sunda kommuna við 2,2% og Sørvágs kommuna við 2,1%.

Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Kunoyar við 13%, Hovs við 6,2% og Eiðis við 3,0%.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Tvøroyrar og Hvalbiar kommunum við ávikavist 25 og 17 fólkum. Aðrar kommunur við minkandi fólkatali vóru Húsavíkar, Skopunar, Fámjins, Skálavíkar, Viðareiðis, Fugloyar og Kvívíkar kommunum. Lutfalsliga var størsta minkingin í Húsavíkar kommunu.

 

Samanumtikið er vøkstur í 20 kommunum og minking í 9.

Av oyggjunum er minking í Svínoy, Fugloy, Kalsoy, Hesti, Sandoy og Suðuroy
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó lítil minking bæði í Sandoy og Suðuroy.

Í Nólsoy er gongdin vend, og er aftur ein hampiligur vøkstur. Av øðrum útoyggjum halda Skúvoy, Mykines og Stóra Dímun tørn, men tað minkar framvegis í Fugloy og Svínoy. Í Hesti er minkingin stór, har tað er næstan fimtihvør færri nú enn fyri einum ári síðani.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder