Innanlands

Sandoyartunnilin: Einans fimm metrar eftir

Í síðstu viku vórðu 56 metrar boraðir, og hósdagin kl. 13 verður seinasta skotið

(Mynd: Kristian Stórhamar)

(Mynd: Kristian Stórhamar)

2022-01-31 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru einans fimm metrar eftir at bora av Sandoyartunlinum. Tað upplýsir felagið handan Sandoyartunnilin á Facebook.

Í síðstu viku vórðu 56 metrar boraðir frá Gomlurætt, og sostatt eru nú boraðir 10.780 av 10.785 metrum.

Seinasta skotið verður skotið hósdagin 3. februar klokkan 13.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við samferðslumálum hevur fingið 94 ára gomlu Harriet Krog Jensen av Sandi at skjóta seinasta skotið saman við sær, men ivasamt er tó, um landsstýrismaðurin sjálvur fær verið við, av tí at hann er raktur av koronu. Hesum boðaði hann frá á Facebook í gjár.

Boringin av Sandoyartunlinum byrjaði á sumri 2019, og eftir ætlan stendur tunnilin heilt liðugur í 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder