Kommunurnar í Sandoynni hava í felag tikið stig til, at sandoyingar fáa møguleikan at sleppa heim aftaná midnáttarsangin ólavsøkudag.
Seinasti túrurin hjá Strandferðsluni verður annars av Gomlurætt klokkan 23.05, men kommunurnar í Sandoynni hava leigað Sildberan og Spógvan at sigla sandoyingar heim.
Borgarstjórarnir í Sandoynni skriva á Facebook, at Sildberin og Spógvin, sum taka 75 fólk tilsamans, sigla av Gomlurætt 30. juli klokkan 3, og er tørvur á tí, verða eykatúrar gjørdir.
- Áheitanir eru komnar frá borgarum, sum ynskja hetta stigið, og er hetta samstundis ein liður í at fyrireika oyggjafólkið uppá fyrimunirnar ið verða við fasta sambandinum, ið verður veruleiki um fá ár, siga borgarstjórarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald