2018-12-04 09:31
SAS setti ferðafólkamet við fleiri enn 30 milliónum ferðandi í 2018. Úrslitið er nøkulunda í samsvar við tað, sum felagið sjálvt væntaði.
Men alt er ikki gleði og gleimur hjá SAS, tí at høgu prísirnir á brennievni kunnu gerast ein stór avbjóðing í framtíðini.
SAS hevur fyrr boða frá, at rokning fyri brennievni í 2019 fer at vaksa við millum 1,1-1,5 milliardir krónum, orsaka av vaksandi oljuprísunum, skrivar TV2.
SAS hevði ein umsetning á 32,6 milliardir krónur, sum er áleið 1,5 mia. meiri enn í fjør. Yvirskotið hjá felagnum er voksið við 220 milliónum krónum upp í áleið 1,5 mia. krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald