SAS fer at vísa aftur endurgjaldskrøvum frá ferðafólki í sambandi við verkfallið hjá flogskiparunum, sum byrjaði í gjár.
Flogfelagið hevur ikki tamarhald á verkfallinum. Tað sigur Ove Myrold, kunningarstjóri í SAS við miðilin flysmart24.no.
- Ferðafólkini hava ikki rætt til endurgjald, tá seinkingin ella avlýsingin er orsaka av verkfalli, tá hetta skal síggjast sum serligar umstøður, sum flogfelagið ikki hevur tamarhald á, sigur hann við miðilin sambært Ritzau.
Feløgini Flyforsinkelse og Flyhjælp, sum bæði tvey arbeiða við rættindum hjá ferðafólki, halda tó, at kundarnir eiga pening til góðar.
Les um Flyhjælp: - Góðir møguleikar at fáa endurgjald frá SAS
Fríggjadag vóru í alt 673 fráferðir hjá SAS avlýstar, og 72.300 ferðafólk vóru rakt av hesum. Í dag eru 329 fráferðir avlýstar, og 33.912 eru rakt av hesum.
Í morgin vera 64.000 ferðafólk rakt tá 587 fráferðir eru avlýstar.
Flogferðirnar til Føroya eru eisini avlýstar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald