12. mars skrivaðu Landsverk og Sp/f Búsetur undir arbeiðstøkusáttmála um útbygging av Listasavni Føroya í Gundadali.
Landsverk er byggiharri vegna stýrið fyri Listasavn Føroya.
Listasavn Føroya hevur fingið tilsøgn frá útlendskum grunnum um tilsamans 41 mlliónir krónur til at umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavnið. Tórshavnar kommuna stuðlar verkætlanini við 5,5 milliónum krónum
Løgtingið samtykti 5. februar 2026 lóg um stuðul frá landinum til at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya.
Arbeiðið byrjar innan fáar vikur og tekur umleið tvey ár.
Landsverk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald