Innanlands

Sáttmálin undirritaður um at gera túnið við Svimjihøllina

Verandi tún varð gjørt í 1982, tá Svimjihøllin varð bygd, og er tað illa farið. Múrskeiðin ger nýggja túnið, og kostnaðarmetingin er líka undir eina millión

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Hallur Danielsen, stjóri í Múrskeiðini, skrivaðu undir sáttmálan

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Hallur Danielsen, stjóri í Múrskeiðini, skrivaðu undir sáttmálan

2024-07-02 21:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýtt tún verður nú gjørt uttanfyri Svimjihøllina í Gundadali.

Verðandi tún, sum varð gjørt í 1982, tá Svimjihøllin varð bygd, er illa farið. Tí verður túnið nú gjørt av nýggjum. Metti kostnaðurin er knappar níggjuhundraðtúsund krónur.

Sáttmálin varð í dag undirritaður við felagið Múrskeiðina um at gera arbeiðið.  Tað vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Hallur Danielsen, stjóri í Múrskeiðini, ið skrivaðu undir sáttmálan.

Svimjihøllin í Gundadali hevur árliga eini 150.000 túsund vitjandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder