2019-01-02 11:19
Stroymingartænastan Netflix hevur tikið ein part av sendingini “Patriot Act with Hasan Minhaj” av tænastuni í Saudiarabia, eftir at Saudiarabia klagaði um partin.
Í partinum er Hasan Minhaj sera atfinningarsamur móti Saudiarabia, og kongadømi hevur biðið Netflix um at taka partin av. Grundgevingin er, at parturin “brýtur lógina um lógarbrot á netinum”.
Parturin varð frumsýndur í oktober, eftir at saudiarabiski tíðindamaðurin Jamal Khashoggi varð dripin á saudiarabiska konsulátinum í Istanbul. Hasan Minhaj leggur harðliga út eftir saudiarabisku stjórnini og krúnprinsinum, Mohammed bin Salman.
Parturin sæst á Netflix á okkara leiðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald