Uttanlands

Saudiarabia helt eyga við privatu boðunum hjá Kashoggi

Boðini avdúkaðu eina loyniliga ætlan

Jamal Khashoggi

Jamal Khashoggi

2018-12-03 13:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Jamal Khashoggi og ein aktivistur í Kanada løgdu loyniligar ætlanir um eina online atsókn, men Saudiarabisku myndugleikarnir fingu sær ólógliga atgongd til telefonina hjá aktivistinum.

Hendan avdúkingin hevur ført til fleiri upplýsingar um hví Khashoggi aldrin kom úr aftur saudiarabiska konsulátinum í Istanbul tann 2. oktober.

Tað er amerikanska tíðindastovan CNN, sum hevur fingið atgongd til fleiri enn 400 boð á tænastuni WhatsApp millum aktivistin Omad Abdulaziz og Jamal Khashoggi, sum saman royndu at gera eina online ungdómsrørslu, sum skuldi arbeiða ímóti Saudiarabiska krúnprinsinum Mohammed bin Salman.

Turkaland heldur, at tað er krúnprinsurin, sum gav boðini um at Khashoggi skuldi lata lív.

Boðini millum Khashoggi og Abdulaziz vísa, at báðir vóru bangnir fyri lívi sínum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder