Saudiarabiski tíðindamaðurin Jamal Khashoggi varð dripin á saudiarabiska konsulátinum í Istanbul. Tað váttar Saudiarabia, sambært DR.
Tað sigst, at Khashoggi og fólk á konsulátinum fóru at berjast, og at bardagin var orsøkin til, at hann doyði.
Higartil eru 18 saudiarabiskir ríkisborgarar handtiknir í málinum.
60 ára gamli Jamal Khashoggi hvarv 2. oktober, eftir hann fór inn á saudiarabiska konsulátið í turkiska býnum Istanbul.
Khashoggi rýmdi úr Saudiarabia til USA í fjør, og har hevði hann síðani livað í útlegd. Í sambandi við, at hann skuldi giftast fór hann inn á konsulátið at fáa skil á nøkur skjøl.
Unnusta hansara bíðaði eftir honum uttanfyri konsulátið í 11 tímar, men hann kom ongantíð út aftur.
Turkiska løgreglan helt, at Khashoggi helst varð dripin á konsulátinum, men Saudiarabia noktaði tá, at hann varð dripin. Frágreiðingin var tá, at Khashoggi fór úr konsulátinum aftur stutt eftir vitjanina.
Les eisini: Saudiarabsikur tíðindamaður saknaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald