Uttanlands

Savna inn til múr gjøgnum crowdfunding

Yvir 230.000 fólk hava longu latið fíggjarligan stuðul til múrin hjá Donald Trump umvegis heimasíðuna GoFundMe

Migrantar klintra uppum hegnið millum USA og Meksiko (Mynd: EPA)

Migrantar klintra uppum hegnið millum USA og Meksiko (Mynd: EPA)

2018-12-22 16:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í USA er tað ikki óvanligt, at fólk leita sær fíggjarligan stuðul á heimsíðum sum GoFundMe, har tey biða um hjálp til at gjalda fyri eitt nú sjúkraviðgerðir, sakførara ella skúlagongd.

Nú hevur onkur sett eitt átak í gongd, sum hevur til endamáls at savna inn pening til eitt, sum hevur verið sera nógv umrøtt: Múrurin hjá Donald Trump, sum skal forða fyri, at fólk sníkja seg inn í USA umvegis Meksiko.

Átakið verður nevnt “We The People Will Fund The Wall” (Vit, fólkið, vilja fíggja múrin) og varð sett ígongd 16. desember. Endamálið er at savna inn ein mia. dollarar, og sum nú er hava yvir 230.000 fólk savnað inn yvir 14,2 mió. dollarar tilsamans.

[object Object]

“Amerikanarar vilja fegin gjalda fyri at vísi politikarum, at hetta er tað, tey vilja,” segði Brian Kolfage, stigtakari, við New York Times fríggjadagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder