Uttanlands

Sea Shepherd: Íslendingar hava dripið royð

Íslendingar verða lagdir undir at hava dripið heimsins størsta hval

2018-07-12 15:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Vit hava aldrin skotið royð í okkara sjógvi síðani teir vórðu friðaðir. Vit síggja teir í sjónum, men tá tú nærkast einum sæst væl, at tað er ein royður, sigur Kristján Loftsson, stjóri í Hvalur hf við CNN.

Sea Shepherd legði í gjár Hvalur hf undir at hava dripið og slaktað ein royð í Hvalfjørður í Íslandi. Sjálvboðin hjálparfólk hjá felagsskapinum tóku myndir av arbeiðsmonnum, sum kannaðu stóra hvalin.

Royðurin, sum er heimsins størsti hvalur, er friðaður, og hevur ikki verið veiddur síðani 1978.

Loftsson sigur, at talan er um nebbafisk ella ein blending av onkrum slag, sum ikki er vardur av íslendskari lóg. Harafturat sigur Loftsson, at um talan er um ein royð, so er hann veiddur av óvart.

Adam A. Pack, granskari og professari í biologi á lærda háskúlanum í Hawaii sigur, at hann heilt víst sær á myndunum, talan er um royð. Hann sigur eisini, at hesin hvalurin ikki hevur eina hvíta vørr, sum nebbafiskur hevur, og at onnur tekin eru sum lata fyri, at talan er um ein royð.

Myndugleikar í Íslandi fara nú at gera kanningar fyri at staðfesta hvat slag av hvali talan er um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder