2019-01-02 09:23
Seks fólk lótu lív, tá eitt DSB-tok varð rakt av lutum frá einum øðrum toki á veg yvir um Stórabelt tíðliga í morgun.
Tað váttar DSB fyri Danmarks Radio.
Fyrst varð sagt, at átta fólk høvdu fingið skaða, tí tokið mátti bremsa harðliga. Sambært DSB hava fleiri fólk eisini fingið løstir, men enn er óvist hvussu nógv.
131 ferðafólk og trý starvsfólk vóru við tokinum, tá vanlukkan hendi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald