2021-08-29 12:19

Talið á smittaðum í Føroyum er nú komið niður á seks.
Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, og ein persónur er staðfestur frískur aftur, sæst á tølunum hjá corona.fo.
638 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. 406.000 kanningar eru gjørdar í Føroyum tilsamans, og tilsamans 1.000 smittutilburðir eru staðfestir. Tveir persónar eru deyðir við koronu í Føroyum.
Eingin er í løtuni innlagdur við koronu, og 17 persónar eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald