Danska Louisa Vesterager Jespersen og norska Maren Ueland, vórðu mánadagin funnar dripnar í sínum tjaldi í fjøllunum Marokko. Fýra mans eru handtiknir í málinum, og hava teir svorið trúskap til Islamiska Statin.
Men teir eru ikki teir einastu, sum fremja illgerðir í málinum. Seinastu dagarnar hava vinfólk og kenningar hjá Louisa Vesterager Jespersen fingið sent sjónbond av drápi umvegis Facebook frá ókendum persónum í Marokko.
Fleiri teirra hava fingið sent sjónband, har ein kvinna verður dripin. Sagt verður, at kvinnan kann verða ein antin Louisa ella Maren, men myndugleikarnir hava enn ikki staðfest at sjónbandi er av tí drápinum, skrivar TV2.
Illgerðarmenninir bróta seg eisini inn á Facebooksíðuna hjá vinfólkunum og senda sjónbandið víðari umvegis teirra brúkara.
Danska fregnartænasta donsku løgreglurnar, PET, arbeiðir við at avmarka spreiðingina av sjónbandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald