Uttanlands

Serfrøðingar: Barnakonur eiga eisini at verða koppsettar

Danska heilsustýrið mælir til ikki at koppseta barnakonur fyri koronu, men hetta tilmælið vilja ljóðsmøður og burðarlæknar hava broytt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-07 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein bólkur av serfrøðingum, ið er mannaður av ljósmøðrum og burðarlæknum, heitir nú á danska heilsustýrið um at broyta tilmælið ímóti at koppseta barnakonur fyri koronu.

Tað sigur forkvinnan í Dansk Selskab for Obsetrik og Gynækologi (DSOG), Annemette Lykkebo við Kristeligt Dagblad.

– Vit vita, at har er ein ávísur vandi við at fáa koronu, meðan mann er við barn, tí eru vit í bólkinum í løtuni í dialog við heilsustýrið um, hvørt tilmælini eiga at verða broytt ella ikki, sigur hon.

Í løtuni er tilmælið, at barnakonur ella kvinnur, ið geva bróst, eiga at bíða við at lata seg koppseta, til tær hava átt ella eru givnar at geva bróst. Í serligum førum kann tó verða mælt til at koppseta eina barnakonu, um hon eitt nú er álvarsliga sjúk, skrivar Ritzau.

Serfrøðingarnir vísa á, at kanningar úr útlondum hava víst, at barnakonur ikki fáa fleiri trupulleikar ella hjáárin av koppsetinginum enn onnur fólk.

Danska heilsustýrið sigur tó, at koppingarevnini, sum eru partur av donsku koppsetingarætlanini, ikki eru góðkend til barnakonur og kvinnur, ið geva bróst, av tí at hesar ikki luttóku í royndunum, sum vórðu gjørdar við koppingarevninum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder