Í mai í fjør varð samtykt at geva tilsøgn til, at vindmyllur kunnu byggjast í Flatnahaga. Mett varð, at tað var hóskandi at seta fleiri vindmyllur á økið, sum frammanundan hevur vindmyllur.
Ætlanin er at seta 6 vindmyllur av slagnum Enercon E82 upp í økinum. 76 m eru upp til tornið á hesum og breiddin á veingjunum er 82 m. Soleiðis eru tær nakað størri enn vindmyllurnar í Húsahaga, sum eru 67 m.
Øki liggur í fjóðra grundumráði, sum m.a. skal nýtast til landbúnað og frílendi. Tí skal øll bygging gerast sambært serstakari byggisamtykt. Haraftrat er teknisk útgerð, sum Arktisk Kommando hevur ræði á, á lendinum. Tryggjast má tí, at vindmyllulundin ikki órógvar virksemið hjá Arktisk Kommando.
Málið er avgreitt í byggi- og býarskipanarnevndini. Uppskotið til serstaka byggisamtykt fyri vindmyllur í Flatnahaga verður løgd fyri býráðið hóskvøldið.
– Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald