2018-09-07 10:26
Setahúsaprísirnir í Havn eru í dag hægri enn nakrantíð fyrr. Higartil vóru setahúsaprísirnir hægstir í 2007, men síðani 2012 hava prísirnir bara hækkað, og eru nú hægri enn teir vóru beint áðrenn altjóða kreppuna í 2008, sigur Búskaparráðið.
Munurin á prísum á sethúsum í Havn og aðrastaðni í Føroyum er áleið 1,5 mió. kr. skrivar Kringvarpið.
Atlit skal takast við at íbúðir ikki eru við í hagtølunum hjá Búskaparráðnum og at tey einans telja hús við grundøkjum millum 250 og 1000 fermetrar.
Les eisini: Húsini í Havn eru hálvaaðru millión dýrari enn á bygd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald