Ráðstevnan verður hildin 16-18 august í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. Høvuðsevnið hesa ferð er ferðavinna, og fýra høvuðsfyrilestrar verða, tveir frá hvørjum landi, umframt verkstovufyrilestrar.
Katrín Anna Lund, professari í sosialantropologi, heldur fyrilesturin Af göldrum og lundum í síkvikum heimi.
Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur; Lyklar til náttúruverju: geoarvur og geo-ferðavinna í Føroyum.
Benedikt Hjartarson, professari í bókmentum; Íslensk framúrstefna og önnur í ljósi samanburðarjaðarsvæðafræða – Nokkrar hugrenningar frá sjónarhóli íhaldssams textafræðings.
Fjórða fyrilesturin heldur Bergur Rønne Moberg, lektari í bókmentum; Føroyar sum komu-mentan í ritverki William Heinesens.
Afturat høvuðsfyrilestrunum og verkstovunum Ferðavinna, (oyggja)mentan og ímyndir um autentisitet og Føroyar og Ísland sædd uttaneftir: Ferðafrásagnir, sjórænarasøgur og innsavningar eru tvær verkstovur um mál; Føroyskt og íslendskt málbrúk í regionalum og globalum høpi og Setningafrøði, leksikalisering og onnur málslig viðurskifti.
Leygardagin er eisini ein verkstovan Læraraskúlar í meira enn 100 ár.
Fyrilestrarnir eru allir opnir fyri almenninginum.
Skráin sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald