Innanlands

SEV fer at byggja skjótløðistøð í Gøtudali

Ætlaðu løðistøðirnar eru orkukrevjandi, og bíligast er, at hesar verða staðsettar nær við verandi trafostøðir. Eisini er ynski um, at tær verða staðsettar tætt at høvusvegnum.

2020-12-01 22:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

 SEV er í løtuni í fer við at staðseta framtíðar skjótløðistøðir í Føroyum. Ein av hesum verður eftir ætlan norðanfyri rundkoyringina í Gøtudali. Á býráðsfundi í síðstu viku varð umsókn frá SEV um hesa staðseting viðgjørd og gingin á møti.

SEV skrivar í umsóknini, at ætlaðu løðistøðirnar eru orkukrevjandi, og bíligast er, at hesar verða staðsettar nær við verandi trafostøðir. Eisini er ynski um, at tær verða staðsettar tætt at høvusvegnum.

Talan er um matr. nr. 193b í Norðragøtu, ið er norðanfyri rundkoyringina í Gøtudali.

Á heimasíðuni Elbil.fo sæst eitt yvirlit yvir almennar løðistøðir. 

[object Object]

Eysturkommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder