Uttanlands

Sí myndirnar – toppurin á gosopinum rapar

Roynt verður nú at byrgja fyri, at flótandi grýti rennur oman til høvuðsvegin

2021-05-18 12:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Toppurin á tí virknasta gosopinum í Geldingardali smokkaði, og rapaði niður í opið. Hetta hendi í gjárkvøldið. Hendingin varð fangað á einum av myndatólunum hjá Ríkisútvarpinum, sum sendir beinleiðis frá gosinum.

Sí myndirnar her 

Talan var um storknað trýti inni í gosopsvegginum, sum knappliga reiv niður í gosopið, sum afturfyri spýtti eitt øskuskýggj upp í loft.

Nakað eftir hetta tók gosið at goysa gløðandi grýti nokk so langt upp í loft ímóti staðnum, har tey eru við at leggja eina byrging fyri at royna at forða fyri, at grýtið flýtur móti høvuðsvegnum Suðurstrandarvegur.

Roynt verður at forða grýtinum burtur frá Nátthaga, har tað kann breiða seg móti høvuðsveginum, fyri ístaðin at halda tí inni í Merdali. Ætlanin er at byrgingin skal vera átta metrar høg, skrivar RÚV.

Enn er ongin vissa fyri, um hetta tiltakið forðar náttúrukreftunum, men verkfrøðingarnar halda, at tað er eina roynd vert at gera hetta tiltakið, sum ikki er so kostnaðarmikið.

Um so er, at Suðurstrandarvegur verður avbrotin, er møguligt at brúka aðrar farleiðir. Myndugleikarnir vissa um, at ongi íbúðarøki avbyrgd orsaka av flótandi grýtinum úr Merdali, og tað verður eisini framhaldandi møguleiki hjá fólki at koma fram at gosinum, skrivar RÚV.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder