Uttanlands

Síðsta sesong av Game of Thrones kemur í apríl

Seks partar eru í síðstu sesongini

2018-11-14 21:17 Author image
Ari av Rana
placeholder

HBO hevur almannakunngjørt, at síðsta sesong í vælumtóktu sendirøðini Game of Thrones kemur í apríl 2019. Hetta verður áttanda og síðsta sesongini av sendirøðini.

Sum nú er veit man lítið og einki um hvat sesongin fer at snúgva seg um. Framleiðslufólkini hava gjørt sera nógv burturúr at eingin skal vita hvat fer at henda. Sophie Turner, sum spælir Sansa Stark í sendirøðini, segði í oktober við Entertainment Weekly, at framleiðslufólkini hava skotið dronur niður úr luftini, tá hesar komu ov tætt uppá, meðan upptøkurnar vóru.

Meðan upptøkurnar vórðu gjørdar brúkti sendirøðin eitt annað navn, og sjónleikararnir fingu følsk nøvn út fyri teirra linjum í handrit.

Fyrr í ár avdúkaði HBO, sum framleiðir sendirøðina, at ætlanir eru at gera eina aðra sendirøð, sum gongur fyri seg áleið 1000 ár áðrenn Game of Thrones.

Game of Thrones var tilnevnt 22 Emmy heiðurslønir í ár og vann 12. Millum annað vann sendirøðina heiðurslønina “besta dramasendirøð”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder